Magnetfelt terapi – søgan

Í meira enn 5000 ár hava ymssar mentanir brúkt lekjandi eginleikarnir hjá magnetum. Í Greco-Romaska tíðarskeiðnum (tá Aristoteles og Hippokrates vóru virknir) vórðu magnetir ofta brúktar, til at lekja ymsar ilskur. Í 1960’unum vóru tær fyrstu klinisku kanningarnar (kanningar av sjúklingum) av elektromagnetiskum feltum gjørdar í Russlandi og Japan. Í 1973 blivu tær fyrstu gagnligu ávirkaninar av tíðarskiftandi lágorku magnetfeltum, staðfestar í Norður Amerika. Í 1982 almannakunngjørdi Dr. Andrew Basset frá Columbia University School of Medicine, eina røð av greinum um positivu ávirkanina av pulserandi elektromagnetiskum feltum á beinbrot, ið høvdu torført at verða lekt, í trimum vælkendum læknatíðarritum.

Í áratíggjunum sum komu eftir hetta, kom ein ørgrynna av vísindaligum kanningararbeiði viðvíkjandi pulserandi elektromagnetiskum feltum. Í dag eru fleiri túsund vísindagreinar í læknatíðarritum runt heimin. Magnetfelt terapi verður mett at verða trygt og effektivt fyri eina víða røð av heilsutrupulleikum.

Jarðarinnar magnetfelt og tess ávirkan á kroppin

earths_magnetic_field_schematicÍ vælumtóktum fjølmiðlum verður magnetfeltið um jørðina enn víst fram, sum einans eitt felt við tveimum pólum. Hetta tegir burtur seinastu kanningarnar hjá Piontzik (2007), sum klárt vístu eitt separat og øðrvísi magnetfelt í ionosferuni. Berandi frekvensurin á jarðarinnar dipola feltið (di: tvey) er 11.79Hz við Norður- og Suðurpólin og 11.75Hz við Ekvator. Frekvensurin á magnetfeltunum í ionosferuni, róptar Schumann bylgjur, er 7.83Hz. Hesar báðar magnetkeldurnar hava verið til staðar síðan lívið byrjaði á jørðini fyri 5 milliónum árum síðani. Alt lív hevur ment seg og verið upphildið innanfyri hesi feltir. Kanningar benda á, at menniskjað kann ikki vera hetta magnetfeltið fyriuttan.

Einstein_1921_by_F_Schmutzer_-_restorationAlbert Einstein, nobelprísvinnnari, fysikari, heimspekingur og rithøvundur, segði: »Hygg djúpt inn í náttúrina og tú vilt skilja alt betri.«

4 grundleggjandi máttir

Fysikarar fortelja okkum, at tað eru 4 grundleggjandi máttir í universinum: atdráttarmegin, sterkur máttur, veikur máttur og elektromagnetisma. Av hesum fýra grundleggjandi máttum, er tað bara elektromagnetisma, sum kann treingja ígjøgnum kyknuna (celluna). Náttúrligt fyrikomandi frekvensir og styrkin av elektromagnetismuni, eru grundleggjandi fyri at menniskjað, plantur og djór, kunnu yvirliva á jørðini.

Í 1975 gjørdu W R Adey og S M Bawin kanningar av reaktiónini hjá heilavevnaði til elektromagnetisk felt. Teir komu eftir, at heilakyknurnar reagera bara positivt til elektromagnetisk feltir millum frekvens vídd (3-25Hz)² Hendan frekvensvíddin verður rópt ta »lívfrøðiliga vindeygað« ella Adey vindeygað.

Grunda á hesa meginreglu letur til, at fólk og djór reagera positivt til ávísar »bylgjur« meðan aðrar hava onga ávirkan, ella beinleiðis órógva normala kyknu-funktión. Hesar ikki-lívfrøðiligu frekvensir verða ofta róptar »elektrosmog«. Samanborið við Adey’sa nattúrliga lívfrøðliga vindeygað á 3-25 Hz, so brúka flestu húsarhald elektrisitet á 50-60 Hz – ikki innanfyri lívfrøðiliga vindeygað. Haraftrat brúka flestu fartelefonir 800-1800 MHz – sum als ikki er nær tí heilsugóða lívfrøðiliga vindeygaðnum! August útgávan av Pathophysiology staðfestir, at tílíkir frekvensir elva til áhaldandi ringa heilsu.
² Bawin SM, Adey RW. Sensitivity of calcium binding in cerebral tissue to waek environmental eletric fields oscilating at low frequency. Proc Nati Acad USA 1976, 73:1999-2003

Afturat lívfrøðiliga vindeygaðnum við idealvíddar frekvensum, tykjast eisini at verða náttúrligt fyrikomandi intensitetir (feltstyrkir) á magnetfeltinum, sum hava positiva ávikan á heilsustøðuna hjá livandi vevnaði. Styrkin á jarðarinnar magnetfeltið er millum 26 og 66 mikro-Tesla (2007) alt eftir landafrøðiliga plasering. Hetta intensitets »vindeygað« tykist at verða mest passandi og gevandi til manna- og djóralív; jarðarinnar magnetfelt hevur gjørt tað møguligt hjá lívinum at halda á, í túsundir av árum.

Nýmótans magnet-resonans stimulering

Magnetresonans stimuleringsskipanir (MRS) til heimabrúks, hava verið brúktar í uml. 20 ár. Skipaninar blivu til í Europa og eru grundaðar á avgerðandi vísindaligar uppdagingar og nýmótans kanningar av livandi fólkum (clinical research).  Eginleikarnir hjá jarðarinnar magnetfelti, elva teir heilsubestu fyrimunirnar, ið elektromagnetisk felt kunnu hava á kroppin. Gransking hevur prógvað, at lág pulserandi orkufelt í lívfrøðiliga frekvensumráðnum (3-26Hz), og herímillum eisini innara og uttara bylgjumynstrini hjá jarðarinnar magnetfelti (7.83-11.79 Hz) kunnu elva til merkisverdar positivar broytingar í kroppinum.

Nógvar MRS skipanir til taks í dag, geva ikki frá sær elektromagnetisk signal innanfyri hetta prógvaða lágfrekventa rásarúmið. Tá tú kannar hesa heilsubótatøkni, so bið um ektaða MRS!

Orðingin »magnetisk resonans stimulatión« merkir stutt, at við at viðgera við einum pulserandi elektromagnetiskum feltið, ið er líkt magnetfeltinum hjá jørðini, kunnu nærum allar 75 milliónir kyknur í kroppinum verða stimuleraðar at fara í harmoniskan resonans. Sum eitt úrslit av hesum økist kraftmikli kapasiteturin hjá kyknu-membranini og ger kyknuna føra, at framleiða meira orku. Hendan orkan økir sjálvlekjandi megina hjá kroppinum. Bestu MRS skipanirnar brúka eina »organ klokku.« Tað er, at ávisir frekvensir eru útihystir, meðan aðrir frekvensir verða lætnir sambært biorytmini hjá menniskjakroppinum.

Náttúrligir frekvensir

Við at blenda nattúrligar frekvensir við kroppsrytmum, verður tryggjað, at øll organ móttaka tað mest gagnligu stimulatiónina, uttan mun til nær ein MRS viðgerð verður givin. Haraftrat hevur nýlig menning gjørt møguligt, at brúka innbygdar følarar, sum avlesa reaktiónina hjá kroppinum og soleiðis dynamiskt tillaga frekvensirnar til individuella tørvin hjá kroppinum. Hetta tryggjar, at MRS viðgerðin gevur bestu stimulatiónina fyri eini optimalari heilsu.

Fólk um allan heimin uppdaga at magnetisk resonans stimulatión er ein ógvuliga kraftmikil og effektivur máti, at fáa javnvág og orku í teirra lív. Magnetisk resonans stimulatión bjóðar eina breiða røð av heilsufyrimunum til fólk við í grundini ongum neiligum reaktiónum og sera fáum kontraindikatiónum (støður, tá tólið ikki kann brúkast) ¹ Regluligt heimabrúk er neyvt samantvinnað við økta orkujavnvág, sum kemur frá integreraðu krops stimulatiónini av immun-metabolisku, neurologisku, endokrinu, sirkulatorisku og vødda-skeletalu skipanunum.

Úrslitið er økt orka og vitalitetur, betri svøvnur, minni strongd, og størri njótilsi í livinum. MRS-tólini við mest framkomnu tøknini, ger skipaninga føra fyri at »lurta« eftir kroppinum undir eini viðgerð. Við at evaluera og eygleiða hjarta ratu variatiónina (HRV) tillagar intelligenta software’an signaliðini til dynamiskt og individuelt at stuðla eini optimalari javnvág av relulerandi skipanunum í tínum kroppi. ¹ Kontraindikatiónir eru: epilepsi, barnburður og ávísur innopereraður elektroniskkur

Vísindabókmentir siga:

● Betran av orkujavnvágini
● Effektivari blóð sirkulatión
● Økt oxygen transport
● Skjótari endurskapan av skaddum vevnaði
● Skjótari og meiri fullfíggjaða beinlekjan
● Avgevan av kalsium til betri kyknuhinnu funktión
● Stimulering av nervakyknum og skjótari leking av nervakyknum
● Betri endurskapan av knyklum, sárum og øðrum vevnaði
● Vøddaavspenning
● Betri vætuavgevan via kyknuhinnuna til betri kyknuavgifting

Møgulig terapeutisk ávirkan av magnetresonans-stimulatión:

● Pínulinnan
● Ábót av funktionellum skeivleikum – elvdir av elektrosmog” frá umhvørvinum
● Uppvenjing og betri fimi eftir álvarsligar sjúkur og óhapp
● Fyribyrgjan og vælvera við betran av hjarta-ratu variabiliteti (HRV)
● Betrað sirkulatión, oxygenútnyttan og avgiftan
● Økt mental vælvera: minni strongd, angist og tunglyndi
● Betri immunverjufunktión

Video av Schumann Resonansinum:

Share This