Prógv

NASA hevur kannað PEMF (Pulserað Elektromagnetisk Felt) í fleiri áratíggju og hevur prógvað, at pulserað elektromagnetisk felt eru neyðug fyri alt lív – kyknur doyggja uttan elektromagnetisk felt (zero field). NASA skipaði eisini fyri eini fýra ára langari gransking, sum var leidd av dr. Thomas Goodwin (Ph.D).
Henda kanning prógvaði, at lágpulserandi PEMF viðgerð, økir um vøkstur og lekjan av vevnaði hjá súgdjórum (mammals). Yvir 10.000 ritgerðir og gott 2000 dupult blindar (double blind) kanningar eru gjørdar av ávirkanini av PEMF viðgerð. 

Bara fáir møguleikar eru at endurtaka beinleiðis ávirkanina av eini PEMF viðgerð. Men ein av vanligu og mest brúktu mátunum, er at brúka sokallað ‘dark field’ mikroskopi. Við at taka blóðroynd og seta hana undir eitt serligt mikroskop, kunnu reyðu blóðlikamini verða eygleidd, áðrenn og aftaná eina iMRS viðgerð.

Videoin niðanfyri vísir munin í spenninginum á kyknuhindini áðrenn og aftaná eina iMRS viðgerð.

Ein annar máti at vísa ávirkanina av eini iMRS viðgerð, er at brúka sokallaða termografiska máting. Við hjálp av einum termiskum myndatóli, er tað møguligt at síggja broytingar í temperaturinum á húðini. Av tí, at ein iMRS viðgerð beinavegin viðførir eina økta blóðgjøgnumstreyman, kunnu hitabroytingarnar síggjast á termografisku myndum. Sí dømi niðanfyri:

 

nasa-kanning

Stóra NASA kanningingin

sum vísir, at m.a. beinagrindin lekist skjótari við PEMF viðgerð, kann lesast her (pdf).

Áðrenn eina iMRS viðgerð

Aftaná eina iMRS viðgerð

Aftaná eina iMRS viðgerð

Share This