Ofta settir spurningar

 

Er mottan trygg at brúka?
Ja, tað er hon. Hon er góðkend í allar endar og kantar. iMRS mottan er eitt góðkent »læknaligt tól« í EU, USA og Kanada. Hetta merkir eisini, at hon skal brúkast rætt. Tey, sum ogna sær mottuna, fáa upplæring í røttum brúki frá kontaktpersóni.
Undantøk: Fólk við epilepsi, barnakonur og tey við peacemakara, skulu ikki brúka mottuna.

Hvussu ofta verður viðmælt at brúka mottuna? 
Tað verður viðmælt, at taka eina viðgerð um morgunin og eina seint á kvøldi, men tað er eisini vanligt, at fólk, ið sjálvi eiga eina iMRS mottu, taka eina viðgerð um dagin.
Í minsta lagi 3 viðgerðir um vikuna verða viðmældar, um ein skal merkja verðuligan mun. 

Kunnu fólk við metalli í kroppinum brúka mottuna? 
Ja.

Hvar kann eg keypa hana?
Við at skriva ella ringja til mín.

Hvat kostar iMRS skipanin?
Skriva ella ring til mín um prís.

Kann eg royna iMRS skipanina heima hjá mær sjálvum?
1) Ja, tað ber til at leiga eina iMRS skipan frá imrs.fo. Hetta gevur tygum møguleika at fáa fleiri viðgerðir um dagin heima við hús. Prísur um vikuna: 800 kr.
2) Eisini er møguligt at fáa iMRS skipanina senda til tygum frá framleiðaranum at royna í 3 vikur.
Tað er ókeypis, men tygum gjalda fraktkostnaðin úr Týsklandi og depositum til Tollstovuna.

Er nøkur iMRSviðgerðarstova í Føroyum?
Ja, í Gundadali 21.

Hvussu nógv fólk brúka iMRS skipanina?
Umleið 400.000 fólk eiga eina Magnet Resonans Skipan frá sveitsiska Swissbionic. Núverandi  skipan, nevnd iMRS, er fimmta ættarlið/útgáva.

 

Share This