iSLRS – intelligent Sound & Light Resonance System

0544ba7c-c3d0-462a-a061-076394a0483aOkkara skundiligi liviháttur er vorðin alt meira krevjandi og fløkjasligur. Fyri nógv er tað bara ein spurningur um tíð fyrr enn teknini uppá møði, trýst og strongd fyrja at vísa seg. Brúk av reseptheilivági og ólógligum rúsevnum fyri tunglyndi, angist og svøvnloysi hava ikki verið hægri enn nú. Swiss Bionic Solutions – felagið aftanfyri iMRS skipanina – hevur eitt nýtt og kraftmikið alternativ: iSLRS.

iSLRS, er ein samantvunnin og sissandi ljóð- og ljósskipan (Sound & Light Relaxation System) og kann best lýsast sum eitt ”gosbað fyri heilan” ogvirkar lýtaleyst saman við tínari iMRS mottu og smeltar burtur strongd, betrar oxygen umfari í heilanum, økir um tíni evni til at slappa av, fyri uppbyggjandi svøvni og náttúrliga betra um kensluliga javnvág, uttan rúsevni ella hjáárin.

Við regluligum brúki av iSLRS, brúkt einsamalt ella saman við longu iMRS kropsmottuni, er iSLRS eitt óført móteitur í einari mentan, sum alsamt bumbarderar okkum við »meir og meir, skjótari og skjótari«. Alt ímeðan hvør kykna í kroppinum njótir eina oasu av endurnýggjan frá iMRS, so baðar iSLRS samstundis tín heila við hvíluni og endurnýggjanini honum tørvar, fyri aftur at koma í javnvág. Mentalt fokus, klárleiki og produktivitetur betrast. Irritatión gevur seg fyri vælverukenslu.

iSLRS er »set í-og-spæl«. Bind saman LED-brillurnar, oyratelefonirnar og SD kortið og byrja tína iMRS viðgerð, sum tú vanliga vildi gjørt. Afturat hesum gevur innbygdi tónleikaspælarin í iMRS stýrieindini, tær ein sniðgivnan vælverutónleik, sum vibrerar í teimum náttúrligu frekvensøkjunum.

islrs_neu_4x3

iSLRS

hevur 2 sett av LED perum og tvær oyramikrofonir. Bæði ljóðið og ljósið sveiggja saman við bylgjunum í longu mottuni. Eitt satt gosbað fyri heilan!

Share This