iMORE – interactive MOnitoring and REgulation

imore_finger_sensor_02iMORE skipanin er ein framkomin tøkni, sum ger iMRS-skipanina føra at lurta eftir kroppinum undir tíni dagligu løtu á iMRS mottuni. Við at máta variatiónina ímillum hjartasløgini, tillagar iMORE iMRS-signalini, so intensiteturin á signalunum, sum verða send úr mottuni, tillaga seg dynamiskt til tín kropp.

Kanningar hava víst, at hjarta-ratu-variatiónin (HRV) er ein álítandi forsøgn av generellu heilsustøðuni og væntaðum livialdri. Betran av tínum HRV merkir størri evni at klára strongd, minni vanda fyri lívshóttandi hjartasjúku og eitt longri og heilsubetri lív. Við iMORE hevur hvør iMRS skipan innbygdan møguleikan at eftirmeta – og yvir tíð at betra um HRV.

Autonoma Nerva Skipanin (ANS) er tann deildin av nervaskipanini, sum stýrir hjarta, sodningarlagnum og kertlunum (endokrina skipanin). ANS hevur tvær deildir: sjálvstýrandi deildin (sympatetic) sum hevur ábyrgd av yvirlivisisfunktiónini (t.e. »bardaga, flíggjan og angist«); og parasympatetiska nervalagnum, sum hevur ábyrgd av leking og endurskapan (t.e. »hvíld og sodning«).

Tað er væl kent, at autonoma aftursvari er fyrsta aftursvar menniskjað hevur til einhvørjan kropsligan ella sálarligan stimulans, herundir sjúku og skaða. Haraftrat vísir eitt autonomt virkisólag – mátað sum veikt HRV aftursvar – eitt avmarkað evni hjá kroppinum at koma fyri seg. At betra HRV yvir tíð merkir, at kyknurnar og stýriskipanirnar í tínum kroppi menna seg móti mestu styrki og vitaliteti. Í stuttum eru evnini hjá tímum kroppi, at umvæla seg sjálvan, betrað. Og hetta er tað ektað heilsa og vælvera snýr seg um!

imore_finger_sensor_01iMRS tann einasta PEMF skipanin, sum kann gerðast interaktiv við iMORE. Hetta ger skipanina automatiska og javnvigar nervaskipanina.

Share This