Hini siga

Møðin burtur

Seinastu 22 árini eri eg vaknað móð hvønn morgun og følt meg móða so at siga hvønn dag. Men eftir nakrar iMRS viðgerðir, eri eg aftur full av orku. Eisini er tyngdin eg havið merkt í høvdinum burtur og eg eri meira klár.
Kvinna í fýratiárunum, Havn

Sovi sum eitt barn og fái nógva orku

Eg skal heilt aftur til míni smádreingja ár, fyri at finna eina nátt eg havi sovið so væl, sum náttina eftir, eg fyrstu ferð royndi iMRS máttuna. 
Meðan eg liggi á iMRS máttuni, kennist tað, sum at kroppurin lætnar. Kann best lýsa tað við at onkur óreinska spakuliga ferðast upp gjøgnum armarnar og síðan hvørvur úr hondunum. Eg føli meg lættan í kroppinum eftir hvørja viðgerð og so fullan av orku, at eg má í gongd við dagsins gerning – ella tað, sum nú liggur á láni. 
Maður í fýratiárunum, Havn

Pínan í lendunum hvarv

Á jólum í 2014 fekk eg eitt hald í ryggin, fekk illa siti longri enn einar 5 min. so mátti eg upp at standa. Fekk heldur ikki staðið still leingi, men mátti alla tíðina flyta meg ella rætta meg upp. Hevði havt pínu í uml. eina viku tá eg royndi máttuna hjá Janusi. Viðgerin vardi í 8 min, men áðrenn hesar 8 min. vóru av, var pínan vekk. Eg fekk mær einar 5 viðgerðir aftrat, men tað var eftir tær fyrstu fáu minuttirnar, at pínan var vekk, og er ikki komin aftur.
Kvinna, 45 ár, Leirvík

 

Share This